Løgmanssteyp
Gøtumenn høvdu bóltin mesta partin av tíðini, tá teir leygardagin høvdu vitjan av HB. Men tað vóru havnarmenninir, sum fingu trý mál, meðan heimaliðið bara eina ferð megnaði at fáa bóltin í málið aftanfyri ein sera væl spælandi Bárður Johannesen.
Tølini vísa, at ein av trupulleikunum hjá GÍ er, at teir megna ov sjáldan at spæla seg til opnar málmøguleikar. Hóast teir høvdu bóltin nógv, so var tað sjáldan, at teir megnaðu at taga verjuna sundur, tí tað vóru ov fáir at teimum gulu og bláu, sum megnaðu at bjóða av ein ímóti einum.
HB verjan átti at havt verið at tosa við. Hans á Lag er framvegis so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla. Ion Geolgau tykist halda plássið opið fyri roynda manninum, og hevur nýtt høvið at geva fleiri spælarum møguleikan at royna seg saman við Jóhannisi Joensen.
Hesa ferð var Magnus Jacobsen miðverji í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki var Jón Rói Jacobsen, sum undan steðginum hevði verið á toppinum saman við Allani Mørkøre, í miðverjuni.
Hjá GÍ kom Henning Jarnskor, sum inntil nú hevur verið í Danmark, á vøllin eftir steðgin. Hann gjørdi ikki so ógvuliga nógv um seg, men eingin ivi man vera um, at tað fer at vera góð nytta í roynda manninum.
Dysturin var eitt sindur ófantaligur. Talan var um nógvar nærdystir, onkrir nærdystir vóru ljótir, og hýrurin millum mótstøðumenninar var ikki góður.
Málini
HB kom á odda, tá Poul Ennigarð var so óheppin at beina lítið vandamikið horna frá Allani Mørkøre í egið mál. GÍ svaraði aftur við evni til ársins mál. Úr 25 metra fjarstøðu smekkaði vinstri vongspælarin, Pól Henning Jacobsen, til, og bólturin streyk upp í málhornið. Sera vakurt.
Í einum av fleiri skjótum mótálopum legði Rógvi Jacobsen HB framum aftur, eftir at Rúni Nolsøe var farin til baklinjuna og hevði lagt út frá.
Rúni Nolsøe staðfesti HB sigurin, tá átta minuttir vóru eftir. GÍ, sum longu tíggju minuttir eftir hvíldina misti Pól Henning Jacobse, ið fekk gula kortið aðru ferð, hevði trýst leingi, og teir høvdu havt onkrar møguleikar uttan at fáa mál. Rúni spældi eitt tvey við Bjarna Jørgensen, áðrenn hann skoraði. Í 2. hálvleiki vóru Rókur Jespersen og Bjarni Jørgensen í HB álopinum. Teir eru báðir 16 ára gamlir, og tað fer ivaleyst at vera nógv meiri at frætta frá teimum í framtíðini.
HB tykist svimja í fólki. Umframt teir báðar ungu menninar kom eisini veteranurin Rói Árting á vøllin. Hans á Lag, Andrew av Fløtum og Bárður Mortanson vóru skaddir, og so verður tað neyvan leingi, inntil pláss skal fáast til Una Arge í HB álopinum. Tað er stór kapping um plássini í HB.
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliassen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Pól Henning Jacobsen ? Sedek, Helgi L.Petersen
HB: Bárður Johannesen ? Vagnur Mohr Mortensen, Jóhannis Joensen, Magnus Jakobsen, Janus M. Joensen ? Ransin Djurhuus, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Allan Mørkøre, Jón Rói Jacobsen