GÍ hevur fingið nýggjan málverja

Marcen Dawid, sum tvey tey seinastu árini hevur vart málið hjá sumbingum, skal nú royna seg í bestu deildini

Gøtumenn hava fingið nýggjan málverja. Talan er um 25 ára gamla Marcen Dawid, sum tvey tey seinastu árini hevur verið málverji í Sumba. Í síðstu viku flutti hann til Gøtu. Har hevur hann vant síðani, og hann verður millum stólparnar, tá ið GÍ sunnudagin á heimavølli skal spæla móti Skála.
Tað hevur gingið illa hjá GÍ higartil í ár, og tað hevur ikki minst gingið illa við málmonnum. Ætlanin var upprunaliga, at Meinhardt Joensen, sum áður hevur verið málverji hjá KÍ, og sum seinnapartin av kappingarárinum í fjør vardi B68 málið, skuldi vera málmaður í Gøtu. Men hann var tíðliga á árinum skaddur í arminum og hevur gingið við gipsaðum armi.
Fyrrverandi GÍ málverjin, Hallur Hansen, kom so heim úr Danmark at røkja sessin millum GÍ stólparnar. Nú hevur hann fingið arbeiði í Danmark, og hann fór av landinum beinanvegin eftir, at GÍ mikukvøldið í síðstu viku hevði tapt móti HB í Gundadali.
Tíðliga í ár var upp á tal, at málverjin, sum GÍ nú hevur fingið, skuldi fara til KÍ. Hann vandi har norðuri, og hann vardi KÍ málið annan hálvleikin í finaluni í Klaksvíks kappingini, men so fór KÍ ætlanin fyri bakka, hóast teir í Klaksvík mettu hann vera sera góðan málverja. Karstin Joensen var skaddur, og so ynskti KÍ at fáa Marcen Dawid afturat unglingamálverjanum Mathiasi Samuelsen, men so vísti tað seg, at Karstin kom so mikið skjótt fyri seg, at tað ikki var neyðugt við øðrum málverja.
- Vit eru fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa nýggja málverjan. Undir venjingunum hevur hann víst, at evnunum bilar einki. Men tað sigur seg sjálvt, at honum restar dystarvenjing, staðfestir GÍ venjarin, Krzystof Popczynski. Hann veit eisini at siga, at Meinhardt Joensen so spakuliga er farin at venja aftur, men at tað fara at ganga fleiri vikur, áðrenn hann verður førur fyri at spæla aftur.