Herfyri avdúkaði G! at bólkruin Baby in Vain skuldi spæla á G!2014. Í gjár varð bólkurin valdur til ársins nýggja bólk á ársins Steppeulve handan.
Tað er felagið fyri danskar tónleika ummælarar, ið skipar fyri Steppeulve heiðurslønarhandanini, og hesaferð hava tey valt, at Baby in Vain, er ársins nýggi bólkur ella “Årets Håb”.
Danski bólkurin Baby in Vain er mannaður av trimum ungum kvinnum, ið spæla íoyrafallandi og skitnan gittar-rokk, ið stundum leiður tankarnar til bólkar sum Led Zeppelin og Black Sabbath, stundum til grunge, og stundum til 70ara surf-tónleik og larm, sum vit kenna tað frá eitt nú Sonic Youth.
Tær tríggjar, ið mynda bólkin eru millum 17 og 20 ár, men longu nú hava tær víst seg at hava tað, ið skal til fyri at gera um seg í eini tónleikagrein, sum annars hevur verið myndað av miðaldrandi monnum. Seinasta árið hava tær spælt m.a. á Roskilde, Iceland Airwaves og Spot og nú stendur m.m.a. By:larm í Oslo, SXSW í Austin TX og Northside í DK fyri törni áðrenn leiðing gongur til Föroya á G!.
Kongurin av larmirokki, Thurston Moore, sum stovnaði Sonic Youth sigur um bólkin:
- Baby in Vain is very cool! Heavy rock, dirty! Very, very good!”
Okkara góði vinur Kieron Tyler, ið m.a. skrivar fyri Mojo, Billboard og the Arts Desk, og sum var á G! í 2012, sigur soleiðis um bólkin:
- Tað er hugvekjandi hvussu trioin leverar ljóðmúrar av gittara, sett saman við seigligum sálmum við eldhuga og skínandi gleði. Hesin bólkur er lyfti um eina gylta framtíð