GÍ heldur seg til fýratalið

Á heimavølli vunnu gøtumenn sandoyingar við somu tølum, sum teir vunnu á útivølli

Gøtumenn fingu væntaða sigurin, tá sandoyingar vitjaðu sunnudagin. Fyri triðju ferð vunnu teir 4-0 (eisini á útivølli á Sandi og á útivølli í Fuglafirði. Umstøðurnar vóru einki serligar, tí tað var nógvur vindur, og spælið var einki at reypa av.

B71, sum framvegis spælir uttan skadda Valdemar Novisci í málinum, tykist ikki at vera so illa fyri í taktiska spælinum. Teir kendu sín leiklut í Sarpigerði og royndu sum frægast at byrgja fyri og at lúra eftir onkrum møguleika uppá snarálop.

Í sovornum støðum hava teir snýtt GÍ fyri ikki so langari tíð síðani, men hesa ferð eydnaðist tað ikki.

GÍ, sum legði fyri við Henningi Jarnskor og Leivuri Hansen við síðuna av Símuni Petur Justinussen á toppinum (seinni fór Sámal Joensen framum og Leivur Hansen aftur á miðvøllin) noyddist at bíða við at fáa hol á inntil bara tríggir minuttir restaðu av fyrra umfarinum.

Bartal Eliasen stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í kassan aftanfyri Henrik Juul ? og so fáa vit at síggja, um Bartal fer at megna at halda miðaltalið og at stúta eitt mál í hvørjum dysti!

Eftir steðgin gjørdist munurin størri, og Henning Jarnskor skoraði tvey mál og vísti, at hann fyrst í hesum kappingarárinum hevur gott máltev.

Annað málið skoraði hann, eftir at Jóan Petur Olsen var komin framvið málverjanum niðri við strikuna í høgru.

Jóan Petur Olsen skoraði eitt mál eftir horna í høgru og eitt sindur av aftur og fram. At GÍ fekk fleiri mál eftir horna vísir, at B71 hevur trupulleikar í luftsppælinum, tá Valdemar Novisci ikki er við.

Sunnudagin skal GÍ í Gundadal at spæla móti HB. Fyrsta plássið í bólkinum stendur uppá spæl, og tað er ikki so lítið, tí um VB vinnur bólk tvey, so skulu teir í fjórðingsfinaluni spæla á heimavølli móti næstbesta liðnum í bólki eitt.

Um GÍ skal enda ovast, so skulu teir vinna í Gundadali. Fyritreytirnar eru ikki teir bestu, tí fleiri spælarar eru skaddir, t.d. Magni Jarnskor, Sasha, Súni Olsen og Moises.

Tá HB vitjaði í Gøtu, fóru teir avstað aftur við einum 4-2 sigri.

Nú er endaliga greitt, at B71 sleppur ikki í fjórðingsfinaluna. Í fimm royndum hava teir einki stig fingið. Síðsti møguleikin at fáa stig og eisini síðsti venjingardysturin undan fyrsta umfarinum í landskappingini verður komandi vikuskifti, tá ÍF skal suður á Sand. Fuglfirðingar vunnu 4-2, tá B71 var í Fuglafirði.