G! heldur fast um skránna

Hóast ilsligt veður í dag, so verður skráin ikki broytt.

G! Festivalurin byrjaði við einum braki í gjárkvøldið, tá hundraðtals av føroyingum savnaðust í Gøtu. Umstøðurnar kundu heldur ikki verið betri, tí veðrið vísti seg frá síni bestu síðu í gjár, so gestirnir kundu njóta tónleikin meðan sólin skein. 

Í dag er tó munandi verri veður. Bæði vindur og regn gera um seg í løtuni, men fyrireikararnir falla ikki í fátt. Sigvør Laksá, stjóri í G!, upplýsir nevniliga, at tey vænta betri veður seinni.


- Tað er eitt sindur ófantaligt veður í løtuni, tí vindurin liggur inn eftir víkini, umframt at tað regnar nakað. Men sum vit skilja tað, so verður veðrið betri um fimm-seks tíðina. So ongar broytingar verða gjørdar í skránni, tí vit halda ikki, at tað er neyðugt.