Í dag byrjaðu 16 nýggir skrivstovulærlingar sína skúlagongd á Føroya Handilsskúla. Tey hava øll skrivað lærusáttmála við virkir í øllum Føroyum, og eru um nøkur ár liðug við sína útbúgving. Øll hava tey eina gymnasiala miðnámsútbúgving sum grundarlag undir lærusáttmálanum. Eina gymnasiala miðnámsútbúgving, sum tað eisini ber til at fáa á Handilsskúlanum annaðhvørt á FHS ella á Búskaparbreytini.
Henda lærlingaútbúgving er ein av mongum, sum gevur víðari atgongd til ymiskar styttri framhaldsútbúgvingar, akademiútbúgvingar og hareftir diplom og bachelorútbúgvingar.
Vert er at geva gætur, at fleiri av akademiútbúgvingum eru á Handilsskúlanum eisini. Endamálið skal vera, at vit innan stutta tíð kunnu bjóða enn fleiri styttri, meðallangar og langar útbúgvingar innan ymisk yrki. Tað ber væl til, og er avgjørt í tráð við heildarætlanina um “Fólkaflyting og fólkavøkstur”.
Sermerkt fyri teir skrivstovulærlingarnar, sum byrja skúlagongdina í ár er, at tey, sum tey fyrstu, fylgja nýggjari lesiætlan og útbúgvingarkunngerð, sum er gjørd til yrkisútbúgvingarskipanina í Føroyum.
Í gjár byrjaðu eisini nýggir lærlingar innan handilsyrkið sína skúlagongd. Eisini teir hava gjørt lærusáttmálar, sum tryggja teimum eina heila og samlaða útbúgving, ið eins og skrivstovulæran, gevur atgongd til framhaldandi útbúgving – bæði í Føroyum og uttanlands.
Fyri at tryggja heildina í útbúgvingini er neyðugt at samskipa skúlagongdina og verkligu læruna best møguligt. Tí skipar skúlin fyri samrøðum við læruplássið í minsta lagi tvær ferðir í lærutíðini, har avalur um innihaldið í útbúgvingini verða gjørdar millum skúlan, næmingin og læruplássið. Somuleiðis verða gjørdar neyðugar eftirmetingar.
Føroyar hava brúk fyri góðum høvdum og klókum hondum.










