GÍ-húsið farið

Gamla felagshúsið í Sarpugerði í Norðagøtu er nú burtur. Húsið brann 2. august í fjør, og fór tá rættuliga illa.

- Vit eru greið yvir, at GÍ-húsið hevur eina sterka søgu. Tí hevur eisini verið tosað um at gera GÍ-húsið til eitt savn av onkrum slag. Men til tess er húsið snøgt sagt ov illa farið, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.

Umframt at húsið fór illa av eldi, er tað eisini oyðilagt av vatnskaða.

Tí fóru fólk frá felagnum í gjár undir at taka niður leivdirnar.

Enn er støða ikki tikin til, um nakað verður bygt á økið. Víkingur, ið sum kunnugt er ein samanrenning av GÍ og LÍF, heldur í dag til í nýggjum felagshúsi hinumegin vøllin í Sarpugerði.