Góð hál á Føroyabanka

Havstovan spyr nú, um Føroyabanki loksins er við at koma fyri seg aftur.

Er Føroyabanki við at koma fyri seg aftur spyr Havstovan í yvirskriftt á grein á heimasíðu síni.

 

Orsøkin eru úrslitini frá yvirlitstrolingunum hjá Magnus Heinason á Føroyabanka í vár. Tey vístu, at at tað var meiri at fáa av hýsu enn vanligt hevur verið seinastu mongu árini. Úrslitini skulu tó takast við fyrivarni, tí orsaka av veðrið vóru djúpru støðurnar ikki tiknar. Havstovan skrivar tó, at hýsan var væl spjadd um allan tann grynra partin av Føroyabanka. 

 

Tað var eisini eitt lítið sindur meiri av toski at fáa, men Havstovan skrivar, at hetta komst serliga av einum góðum háli. Tó so, søguliga sæð hava gongdin hjá hýsuni og toskinum fylgst at, so nú er spurningurin, um toskurin eisini fer at vísa tekin til at koma fyri seg.

 

Magnus Heinason fekk 118 toskar í ár, men 96 av teimum komu í einum háli. Í fjør fekk Magnus Heinason 30 toskar. Hann fekk tríggjar ferðir so nógva hýsu sum í fjør. Havstovan skrivar eisini, at magakanningarnar vístu, at væl var til av nebbasild og at fiskurin át lítið av krabbadýrum, eins og var vanligt fyri umleið 2005.