G! í Grønland og Amalienborg

Hallur Helmsdal hevur gjørt tað til sín sport, meiri ella minni, at avmynda G! flaggið á øllum hugsandi og óhugsandi støðum

Eitt flagg við búmerkinum hjá G! Tað er eingin óvanlig sjón í hesum døgum. G! verður skotið í gongd í morgin, men longu í kvøld letur tjaldingarplássið upp.

Hinvegin er flagg við búmerkinum hjá G!, avmyndað á innlandsísinum í Grønlandi ikki nøkur vanlig sjón.

– Eg tosaði við Jónheðin Tróndheim (redaktørur og myndamaður hjá G!, blðm.) undan míni fer til Grønlands, og tá fingu vit hugskotið um G!-flaggið á ferð, greiðir Hallur Helmsdal frá, sum eisini tók eina mynd av flagginum og sær á innlandsísinum í Grønlandi.

Síðani hevur hann givið flagginum kongaligan og mentanarligan dám, við at avmynda tað uttanfyri Amalienborg, har drotningin býr, og frammanfyri Operahúsið í Keypmannahavn.


Flaggið úr cockpit’inum

Seinasta stuntið hjá Halluri Helmsdal var, at tosa pent við Magna Arge.

– Vit avtalaðu so, at tað var í ordan, at vit tóku eina mynd, meðan eg hekk úr flogfarinum á einum av teirra flogførum, fortelur Hallur Helmsdal.


Bara til stuttleikar

Spurdur, hví Hallur Helmsdal tekur hetta flagg við á ferð, er svar hansara hetta:

– Sum so nógv onnur gangi eg og gleði meg til G!, og hví ikki gera nakað øðrvísi burtur úr tí, sigur Hallur Helmsdal.