Góð gistingarhús í Reykjavík

Reykjavík er ein spennandi og hugnaligur býur uppá allar mátar. Tað hevur tó stóran týdning, at gistingin er góð, tá tú fert til út at ferðast, og her eru møguleikarnir eisini sera góðir í íslendska høvuðsstaðnum

Reykjavík er ein avbera spennandi, vakur og hugnaligur býur. Í umráðnum kring íslendska høvuðsstaðin búgva á leið 180.000 fólk, og hetta eru umleið tveir triðingar av samlaða fólkatalinum í Íslandi.

Ísland er eitt land við sera nógvum møguleikum. Har er ein vøkur náttúra í umráðnum kring høvuðsstaðin, og í sjálvum býnum eru allir nútímans hentleikur, sum ein hevur brúk fyri.

Reykjavík hevur eisini nógv spennandi fyri ferðafólk. Har eru nógvar kirkjur og nógv søvn, skipað verður fyri dagligum túrum til kend støð í landinum so sum Bláa Lón, býurin hevur fleiri góðar matstovur, har er ein stór gongugøtu við alskyns handlum, umframt stóra handilssentrið, Kringlan. Harafturat hevur býurin kenda Laugardalin, sum eisini hevur nógvar møguleikar. Alt hetta kunnu tit lesa meir um í komandi bløðunum, men fert tú at ferðast, so er umráðandi, at gistingin er góð. Og her fara vit at siga eitt sindur um gistingarmøguleikarnar í Reykjavík.


Hotel Frón – mitt í býnum

Hotel Frón er eitt av góðu gistingarhúsunum í Reykjavík. Hotel Frón er eitt hugnaligt gistingarhús, sum liggur mitt í býnum, og gistingarhúsið hevur fýra hæddir og 71 rúm. Rúmini hava at kalla allar hentleikar. Har er vesi, telefon, minibar og ein góð song, umframt alt, sum skal brúkast í køkinum. Harafturat hevur gistingarhúsið tráðleyst internetsamband, og gestirnir kunnu lána DVD-spælarar, um tey vilja.

Hotel Frón liggur sera væl fyri mitt á Laugarvegnum, sum er stóra gongugøtan í Reykjavík. So ferðafólk, sum velja at fara á hetta gistingarhúsi, hava ikki langa leið, tá tey ætla sær at keypa í býnum. Gistingarhúsið liggur harafturat tætt við kend pláss sum Altingshúsið og vøkru tjørnina.

Um fólk ætla sær ein túr at uppliva m.a. Bláa Lón, so er heldur ikki langt at ganga til m.a. Iceland Excursions, sum skipar fyri túrum hagar. Túrurin hagar tekur bert á leið 10 minuttir til gongu.


Hotel Plaza

Hotel Plaza er eisini eitt av heilt góðu gistingarhúsunum í Reykjavík. Hotel Plaza liggur í hjartanum av gamla býnum í Reykjavík, og gistingarhúsið liggur heilt tætt við m.a. Altingshúsið og býráðshúsið.

Hotel Plaza liggur harafturat bert fimm minuttir frá gongugøtuni, Laugarvegnum, og góða náttlívið í Reykjavík er í umráðnum tætt við gistingarhúsið. Fleiri góðar barrir og góð matstøð eru eisini heilt tætt við Hotel Plaza. Gistingarhúsið er eisini tætt við kendastu kirkjurnar og kendastu søvnini í býnum.

Annars er at siga um Hotel Plaza, at gistingarhúsið hevur 104 kømur, sum eru sett í stand fyri stuttari tíð síðani. Kømrini eru sera góð, og gistingarhúsið hevur eisini gott internet samband, um hetta er neyðugt. Harafturat hevur Hotel Plaza eina sera góða barr.