Gágguveiða
Fiskifrøðingarnir hava skrivað eina gjølliga frágreiðing um gággufiskiskap við rúsum undir Føroyum. Frágreiðingin snýr seg um tíðarskeiðið januar 2005 til september 2006 og skipið, sum kanningarnar eru gjørdar umborð, er Varðborg.
Teir báðir vísa á, at nógv hevur verið fiskað av gággu her á landi.
- Fyrr var vanligt at nýta toskarhøvd og ravar til gággulínu. Seinni kom glúpurin, og so kom rúsan, sum er tann reiðskapur, ið verður mest nýttur nú á døgum. Gágga er vanligt agn til línu, og vanligt hevur verið, at menn sjálvir fiska sær gággu til agn.
Leggjast kann aftrat, at tað er ikki so lítið stríð hjá einum útróðrarmanni, bæði at rógva út og fiska sær agn á línurnar. Tí hava nógvir keypt gággu frá skipum og bátum, sum burtur av reka hesa veiði.
Gággan, ið roynt varð eftir umborð á Varðborg, verður vanliga rópt agngágga – ella "buccinum undatum". Hetta er mest vanliga gággan her um okkara leiðir.
Mourits og Regin vita at siga, at agngágga kann flyta seg um 13 cm. um minuttin – ella einar 187 metrar um samdøgnið.
Ikki serliga lønandi
Nú hevur gággufiskiskapur verið við størri skipi í 15 mánaðar, og roynt hevur eisini verið at útflyta gággu til matna.
- Sum skilst, er tað ikki serliga lønandi at senda gágguna heila av landinum, tí einans 25 %, er matur/kjøt, restin er vatn og skel. Eisini er ringt at halda lív í gágguni á so langari farleið. So, ein stórur partur er seldur sum agn til línu-og útróðrarbátar kring oyggjarnar.
Mourits og Regin siga í frágreiðingini, at Varðborg hevur eitt avmarkað gágguloyvi, sum eitt nú ber í sær, at skipið kann seta 1200 rúsur á tveimum leiðum innanfyri 12 fjórðingar og 2000 rúsur á tveimum leiðum uttanfyri 12 fjórðingar.
Eingin avmarking er hinvegin í gágguveiðini hjá útróðrarbátum sum royna við rúsum til agnnýtslu
Síðan Varðborg byrjaði at fiska, eru menn komnir eftir, at stórdriftsfyrimunir, sum teir taka til, kunnu verða í gágguveiði.
- Tað sigst, at fleiri bátar hava tikið seg saman í størri eindir fyri í felag at seta rúsur eftir gággum til agn. Meðan gágguveiðan áður í stóran mun hevur verið fjarðafiskiskapur, er henda veiða nú í størri mun flutt út á ytri leiðir, eitt nú leiðirnar eystanfyri Nólsoynna, har Varðborg fyri tað mesta hevur roynt.
Eingi hagtøl tøk
Mourits og Regin vísa á, at er hald í, at bátar í størri mun enn áður royna ytri, er trýstið á gággustovnin eystanfyri Nólsoynna nógv størri, enn dagbøkurnar hjá Varðborg bera boð um.
- Eingi tøl eru til taks fyri annan gággufiskiskap enn tann hjá Varðborg, so ilt er at meta um árinini av samlaðu gágguveiðini.
Endamálið við kanningunum, sum Mourits og Regin hava gjørt fyri Fiskirannsóknarstovuna, er í fyrsta lagi at gera mátingar av veiðini hjá Varðborg – at kanna, um broytingar eru í sjálvum fiskiskapinum, og um gággan broytir vakstrarlag.
Dekkið á Varðborg er nakað yvirdekkað, og spælútgerð og støddarskiljimaskina er sett upp, so tær smæstu gággurnar verða skildar frá og sleptar útaftur.
Um hugt verður í dagbókina hjá Varðborg í tíðini 20. juli 2005 til 9. september 2006, sæst, at fiskiskapurin hevur verið javnur, og ikki sæst stórur munur á, um frægari ella verri er á sumri ella vetri. Tó sæst, at fiskiskapurin er minkaður úr 1000 kilo fyri hvørja seta niður í eini 500 kilo fyri hvørja setu.
Í tíðini januar 2005 til september 2006, hevur Varðborg fingið í miðal 635 kilo fyri hvørja setu.
- Í teimum ensku rúsunum vóru í miðal 698 kilo í – og 612 kilo í teimum kanadisku rúsunum fyri hvørja setu. Væl fleiri setur vórðu gjørdar við kanadisku rúsunum, og tí er samlaða miðalveiðan tættari miðalveiðini við kanadiskum rúsum.
Í øllum líkindum
Meðan Mourits og Regin hava fylgt gongdini hjá Varðborg, hevur skipið havt 1279 setur, samstundis sum 178.589 rúsur eru drignar. Teir hava roynt heilt niðri á 171 metrum, og grynsta dýpið er 63 metrar. Miðaldýpið hesa tíðina hevur verið 95 metrar.
- Týðiligur munur sæst ikki á fiskiskapinum, um veðrið hevur verið gott ella minni gott, ei heldur er líkt til, at harður ella spakur streymur hevur havt so stóra ávirkan á veiðina. Tó vísir tað seg, at fiskiskapurin er eina "tonn" betri, tá ið streymurin er spakur, men munurin er sera lítil. Samanum tikið er líkt til, at gágga kann fiskast í øllum líkindum – bert reiðskapurin vendir rættan veg, sum teir báðir taka til.
At reiðskapurin vendir rættan veg, merkir, at rúsan ikki koppar, tá ið hon liggur á botni.
- Rúgvismikla tilfarið í dagbókini hjá Varðborg ger tað møguligt at gera hagfrøðiligar greiningar, sum kunnu staðfesta neyvari í hvønn mun, eitt nú streymur ávirkar fiskiskapin eftir gággu.
Mourits og Regin vísa á, at fiskskapurin hevur
verið góður í hørðum streymi, men eisini eru nógvar setur, har fiskiskapurin hevur verið vánaligur í góðum streymi.
- Hagfrøðiligu greiningarnar vísa tó, at í longri tíð er fiskiskapurin verri í hørðum streymi, bæði við kanadiskum og enskum rúsum. Fiskiskapurin við ensku rúsunum verður ikki líka nógv ávirkaður av streymi, sum fiskiskapurin við kanadisku rúsunum.
Teir halda, at gitast kann um, hví fiskiskapurin er heldur minni í hørðum streymi.
- Kanadiska rúsan er lættari, og tí er hugsandi, at hon koppar skjótari enn enska rúsan, tá streymurin er harður.
Veiðan minkaði
Teir vísa á, at royndir hava verið gjørdar í hylinum hjá trolvirkinum Vónini í Fuglafirði fyri at finna útav, hvussu nógvur streymur skal til, áðrenn rúsurnar koppa.
- Tað vísti seg, at hvørki enska ella kanadiska rúsan koppaðu, sjálvt um streymurin fór yvir 3 fjórðingar um tíman. Tí er neyvan hugsandi, at tað, at rúsurnar koppa, er orsøkin til, at tær fiska verri í hørðum streymi. Kanska er tað verða agnið, sum seyrar skjótari burtur í hørðum streymi enn í veikum streymi, siga teir báðir, Mourits M. Joensen og Regin Reinert.
Teir vísa á, at tá ið byrjað verður at fiska av einum nýggjum stovni, er ikki óvanligt, at fiskiskapurin minkar – fyri síðan at stabilisera seg.
- Tó kann tað tykjast eitt sindur løgið, at niðurgongdin í veiðini hendi sera knappliga, siga fiskifrøðingarnir.