Gággubátur fekk um skrúvuna

Tað var á middegi í gjár, at Fiskiveiðieftirlitið fekk boð um, at Varðborg hevði fingið um skrúvuna. Skipið var tá á Føroyabanka, og teir fingu ikki siglt.

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at vaktar-og hjálparskipið Brimil fór at sigla móti Varðborg og var hjá teimum í gjárkvøldi.

Brimil setti fast á Varðborg, og skipini komu á Havnini tíðliga í morgun.

Tá kavarar hjá Brimli fóru niður at skera av skrúvuni, vísti tað seg, at Varðborg hevði fingið eitt petti av trolneti um skrúvuna.

- Varðborg fiskar við rúsum eftir gággu á Føroyabanka, veit Fiskiveiðieftirlitið at siga.