Kanning
Tveir næmingar, sum hava gingið á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Jack H. Jacobsen og John Joensen, hava gjørt eina kanning av, hvussu agn av ymiskum slagi roynist í fiskiskapi.
Kanningin er ein partur av eini sonevndari BS-ritgerð í lívfrøði, har Bjarti Thomsen á Fiskirannsóknarstovuni hevur verið vegleiðari og Eyðfinn Magnussen, sum starvast á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið ábyrgdarvegleiðari.
Royndir eru gjørdar umborð á línubáti, 11. og 25. mai í ár, og somuleiðis eru snørisroyndir gjørdar í apríl í ár.
- Endamálið við royndunum var at samanbera ymisk sløg av agni og vita, hvussu tey fiska.
Gágga og toskur
Teir báðir, sum hava gjørt kanningina, siga, at meginparturin av fiskinum, sum tók á húkin, var hvítingur og hýsa.
Í samandráttinum staðfesta teir, at gággan vísti seg at fiska meira tosk á línu, og haraftrat fiskaði gágguagnið sum heild størri fisk.
- Sum snørisagn fiskaði gággan smærri tosk, og her royndist hon ikki betur enn høgguslokkur, sum er veiddur á Føroyabanka.
Jack og John staðfestu, at eingin stórvegis munur var í fiskiskapinum, tá ið nebbasild og tvinni sløg av høgguslokki vórðu á húkinum.
Høgguslokkur og hýsa
- Sum heild kann sigast, at gággan fiskar meira tosk, meðan høgguslokkurin er betur til hýsu - og á línuni fiskar gággan sum heild størri fisk enn annað agn, siga Jack H. Jacobsen og John Joensen.
Sosialurin fer at venda aftur til kanningina hjá teimum báðum í einum øðrum blaði.










