G! í góðveðri

G! Festivalurin er av álvara byrjaður, og veðrið hevur spælt við á fyrsta veruliga festivaldegnum

Í gjárkvøldið lat tjaldingarøkið á G! Festivalinum upp, og í dag er alt festivaløkið tikið í nýtslu, og konsertirnar eru byrjaðar.

Veðrið hevur veruliga spælt við á fyrsta festivaldegnum, og tónleikarar, gestir, fyriskiparar og onnur hava kunnað notið fyrsta dagin í sólskini og í lýggjum veðri.

Hýrurin á festivaløkinum og tjaldingarøkinum er sera góður, og roknað verður við, at veruligt lív kemur í festivalin út á kvøldið.

Eitt av mest forvitnisligu nøvnunum á festivalinum spælir í kvøld. Tað er Phlake, sum spælir á Sandinum kl. 22:30.

Í kvøld ber eisini til at uppliva bólkar sum Punjab, Zion Train, Asyllex, Iron Lungs og aðrar.