Góð gáva

Málskjúttin hjá føroyingum móti Luksemburg hevði føðingardag, tá venjingarnar hjá landsliðnum aftur byrjaðu mánadagin

 

Fótbóltstos


Umframt at hann gjørdist matchvinnari hjá føroyingum, so hevði Jens Kristian eisini eina heilt serliga orsøk at fegnast um málið móti Luksemburg.


Føðingardagsgáva

Jens Kristian fylti nevnliga 30 ár mánadagin, og í so máta, mundi hetta eisini kennast sum ein góð føðingardagsgáva.

- Tað var tað heilt sikkurt. Tað var gott, at John kundi fáa hatta brotssparkið, so eg fekk møguleikan at skjóta.

Spurdur, um tað framman undan dystinum var avgjørt, at Jens Kristian skuldi skjóta borotsspark, um tað kom upp á tal, segði málskjúttin, at tað var tað sum so.

- Vit vandu brotsspørk í gjár, og Allan Simonsen hevur helst verið nøgdur við míni brotsspørk, tí hann setti so meg ovast á listan. Soleiðis var tað upp til mín sjálvs, um eg skeyt ella ikki.

At skjóta undir venjing og í dysti, er tó ikki tað sama, men hetta tóktist tó ikki at nerva Jens Kristian Hansen so nógv, tá avgerandi løtan kom.

- Nei, tað er sjálvandi hvør sítt, men eg trúi upp á tað, og tíbetur gekk tað so eisini. Eg plaserði bara bóltin ovarliga, tí tað hevði so ikki gingið, um eg royndi at rulla hann inn í hasum veðrinum.

Til stuttleikar kann nevnast, at Jens Kristian nú hevur skotið trý mál á landsliðnum, og ikki kann sigast annað enn, at hesi eru javnt býtt. Móti San Marino var tað høvdið, sum stýrdi bóltinum í kassan, meðan tað í Spania var høgra beinið. Jens Kristian er annars lámur, og leygardagin var tað so vinstra beinið, sum slapp framat.


Veit einki um pipar

Sum nevnt, so var føðingardagurin hjá Jens Kristiani mánadagin, men tá landsliðið bert hevði frí sunnudagin, kundi føðingardagurin ikki haldast hendan dagin.

- Eg fari so at halda ein lítlan føðingardag saman við familjuni í morgin (sunnudagin, blðm.). Tað verður ein góður biti og soleiðis.

Spurdur, um hann roknaði við, at liðfelagarnir á landsliðnum mundu fara at finna upp á okkurt, nú rundi dagurin var á skránni mánadagin, segði Jens Kristian, at hann visti so einki um nakra piparbússu ella líknandi.

- Ikki tað sum eg veit. Eg hopi í øllum førum ikki, at teir koma við nøkrum sovorðnum, men hvør veit, hvat fer at enda