Talið av børnum, sum viga ov nógv, hava ovurviðkvæmi ella eru hyperaktiv hækkar líka skjótt sum blóðsukrið hjá einum barnið, sum etur Kellogg's Frosties ella Kellogg's Coco pops.
Nýggjastu kanningarnar av morgunmatarvørum, sum danska brúkarablaðið Tænk hevur gjørt, vísa, ikki óvæntað, at morgunmatarvørur til børn eru so tjokkfullar av sukri, at tú eins væl kanst senda barnið í eina kiosk eftir morgunmatinum.
Átta av tíggju vørum
Kanningin, sum var almannakunngjørd í september, vísir, at átta av tíggju vørum hava so nógv sukur í sær, at tær fáa merkið “et minst av” frá danska matvørustýrinum. Í sjey av vørunum er sukurinnihaldið umleið ein triðingur av vøruni. Einans eitt merki, nevniliga Mini Fras frá Quaker fær merkið “et mest av”. Rice Krispies frá Kellogg’s liggur eisini i lægra endanum í sambandi við sukurinnihaldið, men har eru so fá fibur eru í, fær Rice Krispies “et minst av” merkið.
Tallerkur ella máltíð
Á pakkunum stendur, at 30 gramm eru í einum tallerki av morgunmati. Hetta gevur 10 gramm av sukri. Men børnini eta næstan altíð úti ímóti 50 grammum av vørunum í einari máltíð. 50 gramm av Coco Pops eller Nesquik geva heili 18 gramm av sukri, ella umleið helvtina av dagliga tørvinum á sukri.
Fakta:
Kanningar vísa, at barnagarðsbørn eiga bert at fáa 30-40 gramm av sukri dagliga. Kortini fáa tey í miðal 54 gramm dagliga. Skúlabørn kunnu eta 45-50 gramm dagliga.
Visti tú?
Innihaldið av sukri skal ikki vera hægri enn 10 gramm fyri hvørji 100 gramm. Á vørulýsingini verður sukur onkuntíð nevnt ”sukkerarter”.