G! fyrireikarar eru væl nøgdir

Kundu ynskt fleiri fólk, men alt gekk væl og G! verður aftur næsta ár.

Ársins G! Festivalur er farin afturum, og á G! skrivstovuni rigga tey spakuliga av, og royna at fáa tey síðstu vitjandi og spælandi gestirnar heim í dag og í morgin.

 

Sigvør Laksá, stjóri á G!, sigur, at alt hevur gingið væl, hóast tey kundu hugsað sær fríggjadagin betri, og sipar hon til veðrið.

 

- Vit eru væl nøgd, men vit kundu hugsað okkum eitt sindur fleiri fólk. Vit koma kanska undan við einum lítlum undirskoti, men als onki hóttandi, sigur G! stjórin.

 

Sum heild er hon sera væl nøgd.

 

- Alt gekk væl sum heild, og ungfólk hava tikið sera væl undir við ársins festivalskrá. Og vit eru aftur næsta ár, tað er heilt víst, sigur Sigvør Laksá.