1. deild
GÍ stevnir framvegis við fullari ferð móti gullmerkjunum, nú meira enn triðingur av landskappingini er lagdur aftur um bak. Sunnudagin eydnaðist teimum at vinna stevnudystin í Runavík, so hóast B36 og HB royna at fylgja við oddafiskunum, so tykjast gøtumenn ikki at ætla at geva nakað sum helst frá sær.
Úrslitini sunnudagin vóru annars hesi:
NSÍ-GÍ 1-2 (1-1)
EB/Streymur-HB 0-4 (0-2)
B71-VB 1-3 (1-0)
B36-KÍ 5-0 (0-0)
B68 spældi framskundaðum dyst móti FS Vágum mikukvøldið. Tann dystin vunnu toftamenn vunnu toftamenn 6-1