Herfyri fekk Søren Eriksen sekkin sum stjóri í tí almenna danska tokfelagnum DSB, tí óskil var í fíggjarviðurskiftum felagsins. Men hann hevur onga neyð. Nú er komið undan kavi, at Søren Eriksen fær fýra milliónir krónur í fráfaringarsamsýning umframt løn í eitt ár, sum er aðrar fýra milliónir krónur. Men tað er ikki alt. Í gjár kom fram, at frákoyrdi stjórin skal eisini hava eina millión krónur í bonus umframt 0,7 millión krónur fyri sítt avrik í 2010. Tilsamans fær hann sostatt 9,7 milliónir krónur fyri at fáa sekkin.










