Á middegi í dag skuldi øll flúgving verið reglulig aftur.
Í gjár sluppu eingi flogfør til Føroya orsakað av nógvum síðuvindi, men í dag er veðrið betri.
Einasta seinkingin í dag er, at flogfarið, sum skuldi fara úr Føroyum tíðliga í morgun, er seinkað í tveir tímar. Tað er eisini seinkað heimaftur.









