Her er ikki talan um ummælir av konsertum á G!, men heldur um eina langa hugleiðing um føroyskan tónleik, føroyskan samleika og samfelagsviðurskifti sum heild.
Her verður m.a. hugleitt um ríkissambandið, um lógina um fosturtøku og um manglndi verndina hjá samkyndum í føroysku lóggávuni. Blaðmaðurin undrast á, at eitt land, ið er so frammaliga á tónlistarøkinum, kann vera so langt afturi á øðrum økjum. Í stóran mun snýr greinin seg um føroyskan tónleik, og er við til at halda lív føroysku alduni í Íslandi.










