G!-festivalurin gav yvirskot

Rokniskapurin fyri G! 2010 er nú liðugur. Úrslitið er eitt avlop á 250.445,10 krónur, boðar festivalurin frá á sínari heimasíðu. Yvirskotið fer til spælistað og venjingarhøli í Eysturkommunu.

 

Ítøkiliga fara 48.000 krónur til at tryggja Tøting sum spælistað burtur av komandi árið. Tað verður gjørt í samstarvi við Tónleikasamtakið Grót, sum fer at skipa fyri konsertum.

 

Restin, á leið 202.000 krónurnar vera ætlandi brúktar at gera ovaru hæddina í Valhøll til venjingarhølir, sum tónleikabólkar kunnu venja í. Ætlanin er treytað av vælvild frá Eysturkommunu.

 

Fyriskipanin av G!-festivalinum var í ár løgd um frá at vera partur av virkseminum hjá einum smápartafelag til at vera partur av virkseminum hjá áhugafelagnum G! Grunnurin.

 

Avtala varð gjørd við Taks, at G!-2010 skuldi ikki krevja mvg inn av inntøkum, treytað av, at alt avlopið av tiltakinum fór til Tónleikamiðstøðina í Eysturkommunu.

 

G!-festivalurin boðar eisini frá, at festivalurin í 2011 verður í døgunum frá 14. til 16. juli.