G! festivalurin avdúkar nýggj nøvn

Fleiri nøvn eru avdúkað í dag - m.a. týsk-danska GRETA

G! Festivalurin hevur í dag kunngjørt nøkur nýggj nøvn, sum eftir ætlan verða at hoyra á ársins festivali.

Tað fyrsta navnið er Asaf Avidan, sum er ein ísraelskur singer-songwriter og tónleikari. G! Festivalurin lýsir hann soleiðis:

– Hann er m.a kendur fyri sína serstøku rødd. Jon Pareles frá New York Times hevur sagt, at Asaf Avidan skrivar sum Leonard Cohen, singur sum Robert Plant og hevur karisma sum ein kabarett leikari. Tú hoyrir bæði Billie Holiday, Jeff Buckley, Janus Joplin og Bob Dylan í tónleikinum hjá honum, men ljóðið er originalt, og sangirnir eru vakurt og hjartaliga framførdir.

Eitt annað navn er týsk/danska GRETA.

– Dreymapoppur, við 80'ara synthum, sum hevur fingið ótrúliga góð ummæli í donskum miðlum, um útgávuna 'Ardent Spring' skrivaði Gaffa 'Ein ótrúliga sterk frumútgáva, sum trøllabindur frá byrjan til enda'.

Aftrat hesum er føroyska Konni Kass.

– Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur.

Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur millum annað spælt á stórum útlendskum festivalum, sum Iceland Airwaves, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.

– Vit gleða okkum at uppliva Konni á G! aftur, skrivar G! festivalurin.

Eitt annað navn er Calby.

– Calby er eitt tónleikaprojekt hjá Mik Thybo, sum hevur produserað tónleik fyri onnur og undir sínum egna navni í 15 ár. Tónleikurin er ein samantvinning av soul, poppi, og indie rokki.

Føroyski Janus Rasmussen kemur eisini. Hann er næstan fastur gestur á G!, men hetta verður fyrstu ferð, hann kemur at upptraðka við sínum solo tilfari.

Huun-Huur-Tu eru úr Tuva umráðnum í Russlandi. Tuva umráðið er kent fyri sín tónleik, og sín heilt serliga máta at syngja uppá. Háls-sangararnir Huun-Huur-Tu hava ferðast kring allan heimin, og teljast millum eitt av størstu fólkatónleikara nøvnunum í heiminum.

Av øðrum nøvnum, sum longu eru kunngjørd, kunnu nevnast m.a. José González, Tessu, Busy P, Katatonia, Eivør og Swangah.