G! Festival broyttur til vælgerandi grunn

Nýstovnaði G! Grunnurin hevur yvirtikið fyriskipanina av G! Festivalinum frá smápartafelagnum »við Gorlaksá«. Viðtøkurnar fyri grunnin siga m. a., at eitt møguligt avlop av G! Festival fer óskert til at skapa ein tónleikamiðdepil í Eysturkommunu, siga Hans Jákup Mikkelsen frá G!Grunninum og Jón Tyril, stjóri í G!Festivalinum í tíðindaskrivi í morgun.

 

Smápartafelagið »við Gorlaksá« hevur sostatt einki við fyriskipanina av G! at gera longur.

Í nevndini fyri nýggja grunnin sita: Hans Jákup Mikkelsen, formaður, Sigvør Laksá, Rógvi Róin, Oluffa Joensen og Jón Tyril.

 

Grunnurin hevur sett Jón Tyril í starv at standa á odda fyri fyriskipanini av G! 2010. Dentur hevur verið lagdur á ikki at broyta konseptið og innihaldið á G! Festival á nakran hátt, men einans bygnaðin aftanfyri. Øll tey somu virðini og endamálini, sum altíð hava ligið til grund fyri G! Festival eru framvegis galdandi. Hesi kunnu lesast á www.gfestival.fo <http://www.gfestival.fo/> undir ?um?. Einasti munurin er, at tað nú er í viðtøkunum, at eitt møguligt yvirskot verður latið óskert til eina ítøkiliga vælgerandi verkætlan.