Leikloyvi
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so tóktist føroya mest umtalaða leikloyvi nú endaliga avgreitt.
Súni Fríði Johannesen, sum hevur skift GÍ-búnan um við tann hjá B68, hevur fingið leikloyvi útflýggjað frá Fótbóltssambandinum, og sjálvur var leikarin ikki í iva um, at hetta var rætta avgerðin. Týdningarmesta skjalið í hesum segðist vera eitt bræv, sum hann hevði fingið váttað frá GÍ, har felagið viðgongur, at leikarin ikki hevur nakrar skyldur mótvegis felagnum.
Eingin leyslatan
Sum vit staðfestu í gjár, so var lítil ivi um, at um leikarin hevði fingið hetta váttað frá GÍ, so var hann leysur, men í Gøtu halda tey tó ikki, at málið er somikið einfalt.
Her vilja tey nevnliga vera við, at brævið, sum talan er um, als ikki er ein váttan frá felagnum. Her er talan hinvegin bert um eitt bræv frá leikarunum, har felagið hevur kvittað fyri móttøku, og so ikki meira verður sagt.
Í Gøtu eru tey í løtuni í fer við at viðgera málið, men hóast henda viðgerð ikki enn er endaliga liðug, hava vit fingið niðanfyrstandandi viðmerking frá nevndini.
»Vit eru kedd av at draga Súna Fríða upp í málið, tí fyri okkum er tað eitt prinsipielt mál um virði á sáttmálum, meira enn eitt mál um nakran ávísan leikara. Í samband við brævið, sum tosað verður um, so hevur formaðurin hjá GÍ váttað fyri móttøku av brævinum, á sama hátt sum var talan um innskrivað bræv, men har er eingin váttan um, at leikarin hevur frítt at fara.
Málið er mánakvøldið blivið avvíst av kappingarnevndini. Til tað siga vit, at vit skilja ikki, at málið er viðgjørt av kappingarnevndini. Tí málið er eitt mál um sáttmála og tilhoyrandi leikloyvi, og tí eigur málið heima í sáttmálanevndini ella í nevndini hjá FSF.
Málið er eftir okkara tykki heilt prinsipielt fyri okkum og fyri føroyskan fótbólt sum so. Og eru tað í hesum sambandi ikki pengarnir, sum eru avgerandi. Tí avgerðin hjá FSF er avgerandi fyri, um leikari hevur rætt til løn, hóast sáttmálin ikki verður hildin. Eftir avgerðini hjá FSF, so er eitt felag framhaldandi noytt at rinda leikara løn, hóast hesin systematiskt ikki yvirheldur sínar skyldur mótvegis felagnum. Verður lønin ikki rindað, er hetta sambært FSF at meta sum brot á sáttmálan, og hevur felagið tá ikki rætt til endurgjald fyri leikloyvið hjá leikarunum.
Nevndin umhugsar í løtuni, hvørji stig skulu takast. Sambært reglugerðunum hjá FSF fyri leikarasáttmálar, skulu trætur loysast við gerðarætti, og umhugsar nevndin í løtuni, hvørt hetta skal gerast, ella um málið skal leggjast fyri sáttmálanevndina.«
Brævið avgerandi
Sostatt tykist lítil ivi vera um, at tað er áður umtalaða brævið, sum er avgerandi fyri málið. Er tað so, at GÍ bert hevur váttað fyri móttøkuna, og ikki fyri at loysa leikaran frá skyldum sínum, so er talan í hægstu grad um ein spurning, sum er sera prinsipiellur fyri fótbóltsfeløgini.
Kann leikari bara uttan víðari lata vera við at halda skyldu sínar mótvegis felagnum, fyri á tann hátt at verða loystur úr sáttmálanum, munnu flestu feløgini helst vera av teirri áskoðan, at sáttmálin ikki er stórt meira verdur, enn pappírið, sum hann er skrivaður á.
Tí bendir nógv á í løtuni, at gongdin í hesum málinum fer at fáa stóran tydning fyri, hvussu leikarasáttmálar og treytirnar í hesum verða skipaðar framyvir.
Fakta
Brot úr reglunum fyri leikarasáttmálar
GREIN 5.
Um leikarin hevur forfall til venjingar ella dystir, skal leikarin beinanvegin geva formanni og venjara felagsins fráboðan um hetta.
GREIN 11.
Leikarin hevur rætt til løn undir sjúku, treytað av at leikarin heldur reglurnar í grein 5. Felagið hevur rætt til at krevja læknaváttan.
Grein 15
Stk. 3.
Leikarin og felagið hava rætt til at gera avtalu um, at leikarin í sáttmálaskeiðinum kann skifta felag og gera nýggjan leikarasáttmála við annað felag.
Stk. 4.
Felagið hevur rætt til at treyta frítøku av skyldum leikarans sambært hesi avtalu við, at nýggja felagið rindar felagnum eina upphædd, sum í minsta lagi svarar til higartil útgoldnu samsýningina í avtalutíðarskeiðinum, umframt eina upphædd, sum svarar til tær positivu útreiðslurnar, felagið hevur havt av leikaranum í avtalutíðarskeiðinum.
GREIN 16.
Henda avtalan kann hvørki av leikara ella felag sigast upp í avtalutíðarskeiðinum, sí tó grein 15, stk. 3 um avtalaða uppsøgn.
Stk. 2.
Um annar parturin munandi misheldur sínar skyldur sambært hesi avtalu, kann hin parturin hóast ásetingina frammanfyri, skrivliga siga avtaluna at fara úr gildi beinanvegin, og krevja endur gjald eftir vanligum reglum.
Stk. 3.
Leikarin hevur ikki krav uppá at fáa útflýggjað sítt spæliloyvi, áðrenn leikarin hevur avgreitt alt sítt fíggjarliga millumverandi við felagið sambært hesi avtalu, herundir eisini møguligt limagjald til felagið.
GREIN 17.
Allar ósemjur millum leikara og felagið, herundir ósemjur um tulking av hesi avtalu, ella um annar parturin hevur mishildið hesa avtalu, verða at leggja fyri ein gerðarrætt, har hvør parturin útnevnir sín gerðardómara. F.S.F. útnevnir ein ástøðumann, ið er formaður gerðarrættarins. Formaðurin skal vera løgfrøðingur.









