GÍ fer eftir møguleikanum

GÍ hevur enn ein møguleika at røkka evropeiskari luttøku. Til tess krevst ein sigur á B36, sum í sínum lag vil varðveita triðja plássið. GÍ verður uttan Sámal Joensen, meðan B36 hevur allar mans tøkar til dystin.


GÍ tekur leygardagin ímóti B36 í síðsta umfari av Formula deildini. Um alt gongur eftir ætlan hjá gøtumonnum, kunnu teir røkka evropeiskari luttøku. Fyrst skulu teir tó vinna á B36, meðan KÍ ikki skal vinna á Mølini ímóti oddaliðnum.
Áslakur Petersen hjá GÍ sigur, at teir sjálvandi ætla at elta møguleikan, men hann ásannar, at hetta ikki verður lætt.
 - Vit ætla at royna at røkka fjórða plássi, soleiðis at vit sleppa út í Evropa. Tað verður ikki lætt, men vit skulu bara vinna, og so er at vóna, at KÍ missir stig á Eiði.
GÍ má tó vera ein av týdningarmesta leikarunum hetta árið fyri uttan, tí Sámal Joensen verður ikki við vegna skaða. Hann fekk ein snudd í knæið undir venjing og var ikki við ímóti KÍ seinasta. Sámal spælir heldur ikki í morgin. Áslakur heldur hetta sjálvandi vera óheppið.
 - Sjálvandi er tað keðiligt, at Sámal ikki er við. Men Símin Louis og Sam Jacobsen spældu mitt á miðjuni ímóti KÍ týsdagin, og tá gekst bara heilt væl.
B36 ætlar sær tó ikki inn til Gøtu at slappa av. Teir ætla sær í Sarpugerð eftir øllum teimum stigunum, sigur Bergur Midjord, sum skoraði annað av B36-málunum í javnleikinum ímóti Skála týskvøldið.
 - Ja, vit ætla okkum heilt sikkurt til Gøtu at vinna dystin. Vit kunnu enn missa okkara triðja pláss, og tað vilja vit ikki. Tí fara vit eftir sigrinum.
Hjá B36 hava verið onkrir smærri snuddir, men Bergur sigur, at allir mans eru tøkir til dystin leygardagin.