GÍ fekk fyrsta sigurin

Gøtumenn ognaðu sær fyrsta sigurin landskappingini, tá teir megnaðu at basa einum heldur tamum B36 liði

 

B36 ? GÍ 1-2 (1-1)

2. deild


Eftir eina ógvuliga vánaliga byrjan hjá GÍ, megnaðu teir fyri fyrstu ferð at fara at vøllinum við trimum stigum. GÍ tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar, men seinastu tveir dystirnar hava teir fingið fýra stig. GÍ er spakuliga farið at hála seg uppeftir stigatalvuni.

Tað var heldur óvæntað, um hugt verður eftir stigatalvuni, at GÍ skuldi fara úr Gundadali við trimum stigum. B36 lá í oddinum við átta stigum, meðan GÍ bara hevði tað eina og lá aftast.

Men gøtumenn hava savnað sær eitt líkinda lið, sum kappingin er liðin. Tí eydnaðist tað at basa havnarmonnum.


B36 betri byrjan

Tað var annars B36, sum fekk eina betri byrjan í tí ringa veðrinum leygardagin. Ein langur bóltur varð sendur úr verjuni fram móti brotsteiginum. Framherjin Tórálvur Poulsen longdi við høvdinum til ein púra frían Allan Manai, sum róliga sendi framvið málverjanum.

Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað var júst byrjanin, sum heimaliðið ynskti. Tað var tí lagt upp til enn eitt tap til gøtumenn, men teir vildu tað øðrvísi.

Spælið gekk heldur javnt á ta seinnu løtuna fyri steðgin. Eingin veruligur málmøguleiki var til nakað av liðunum, men brádliga hevði GÍ javnað.

Spælt var ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin varð sendur innfyri. Har stóð Páll Rói Poulsen og høvdaði uttalaga úr brotsteiginum. Hóast málverjin fekk hondina á bóltin, datt hann innum strikuna.


GÍ fekk sigursmál

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk GÍ tað avgerandi málið, sum gav teimum sigurin. Ein bóltur varð sendur inn í brotsteigin, sum datt fyri føturnar á Omari Pálsson. Hann var taklaður í tí, hann skuldi skjóta, men bólturin støkk ístaðin til Dánjal Paula Dalbø, sum kundi leggja GÍ framum úr stuttari fjarstøðu.

At byrja við í fyrra hálvleiki fekk B36 eitt mál kolldømt, tá málskjúttin var mettur at vera rangstaddur eftir hornasparksstøðu.

Eftir hetta legði B36 trýst á GÍ málið. Havnarmenn sendu nógv fólk fram á hálvuna hjá GÍ, men lítið kom burturúr teimum mongu royndunm. GÍ verjan stóð stinn, og heimaliðið hevði ógvuliga fáar veruligar málmøguleikar.

GÍ fekk sostatt sín fyrsta sigur til høldar, meðan B36 næstan misti Skála úr eygsjón í oddinum.


B36 ? GÍ 1-2 (1-1)

1-0: Allan Manai

1-1: Páll Rói Poulsen

1-2: Dánjal Pauli Poulsen