Í dag koma gøtumenn aftur til oyggjarnar. Europa Cup luttøkan er av á hesum sinni ? bæði hjá GÍ og føroyskum fótbólti sum heild, og endin var einki serligur. Gøtumenn taptu 7-0, eftir at teir høvdu verið aftanfyri 3-0, tá tað var hálvleikt.
Vit hava tíverri einki hoyrt frá ferðalagnum úr Gøtu, sum í gjár var á flogið úr Ungarn og til Danmarkar. Vit rokna við at hava okkurt meiri í blaðnum týsdagin.
GÍ tapti fyrra dystin móti MTK Budapest við 3-1. Samantalda úrslitið uppá 1-10 er ikki tað vánaligasta, sum nakað føroyskt lið hevur verið úti fyri, síðani fyrstu Europa Cup luttøkuna í 1992, tí í 1993 tapti B68 5-0 og 6-0 móti Croatia Zagreb, sum mikukvøldið slerdi skotska Celtic úr europeisku meistarakappingini. Men tað er ontantíð áður komið fyri, at eitt føroyskt lið í einum og sama dysti í Europa Cup hevur tapt 7-0.
Í 1995 tapti HB á útivølli 10-0 í Intertoto Cup móti Tromsø IL. Men henda kappingin er ikki Europa Cup kapping.










