Tilburðurin, sum málið snýr seg um, fór fram, tá B36 vitjaði í Gøtu tann 16. september í ár.
Annar hjálpardómarin hoyrdi áskoðara rópa eftir Santos, og trygdarfólk hjá GÍ hava síðani fingið váttað frá áskoðaranum, at rasistisk orð vórðu rópt eftir spælaranum.
Vísandi til FIFA-leiðbeiningarnar um slíkar hendingar hevur Aganevndin gjørt av, at GÍ skal rinda 10.000 kr. í bót fyri tilburðin. Hinvegin tók Aganevndin ikki til eftirtektar pástand um, at Santos undan hesum skuldi havt provokerað áskoðararnar hjá GÍ. Hetta tí nevndin ikki metti seg hava nøktandi prógv fyri hesum pástandi.
Í niðurstøðuni sigur Aganevndin, at rasistisk ókvæmisorð eru álvarslig brot á stevnu FSF´s og á reglurnar um Fair-Play. Hartil metir nevndin, at sjónliga eiga at gera vart við, at tey ikki góðtaka slíkan atburð´.