G! festivalurin er í dag farin av bakkastokki, og hevur byrjanin inntil víðari verið gingið sum ætlað.
Allir bólkarnir hava spælt, sum teir skulu, og hava tað sambært fyriskiparunum ikki verið nakrir stórvegis trupulleikar.
Sum vera man so er nakað tómligt við fólki í dag, hósdag, tá festivalurin júst er byrjaður. Fólk legst tó alsamt aftrat, hóast tað ikki verður fyrr enn í morgin, at tey flestu fara at vera komin.
Kári Sverrisson hevði fyrr í kvøld konsert á sandinum. Sum myndirnar vísa, var heilt fitt av fólki savnað.









