G!: Fólk hugna sær í góðveðrinum

Tað er veitslulag í Gøtu hesar dagarnar.

Tónleikurin rungar um alla bygdina og ikki bara í Syðrugøtu, har sjálvur festivalurin er.

Í Norðragøtu eru tjaldingarplássini og campingøkið, og eisini har er lív og nógvur tónleikur. Ikki livandi tónleikur, gamaní, men tey ungu halda sær at gaman við øðrum tónleiki.

Tað er sjáldan bara tann eini festivalurin, tá tónleikafestivalar eru, og soleiðis er heldur ikki hesaferð.

Aftur hesaferð eru fleiri festivalar í einum, tí fólk hugna sær í tjøldum og í campingvognum, og tað er lív í allastaðni.

Veðrið er framúr gott í Gøtu í løtuni, og tann møguleikin er ov góður at lata fara frá sær hjá teimum ungu festivalgestunum. Men alt gongur friðarliga fyri seg, og tí er einki at siga til tað.