Tað vóru ikki allir, sum kendu Bakkafjørðin frá útróðri, og ein teirra var Oddfríður Gregersen. Men ókendur var hann heldur ikki.
- Nei, ikki heilt ókendur. Eg var við Boðasteini og fiskaði sild við snerpunót í 1946, og tá landaðu vit á Seyðisfjørðinum. Men tann fabrikkin er burtur nú, so har sæst eingin farvegur til hana, sigur Oddfríður Gregersen.
Hann hevur eisini verið á landi á Bakkafjørðinum.
- Ein dagin tað var óveður, lógu vit út fyri Bakkafjørðinum, og tá settu vit bátin út og fóru í land at heilsa upp á fólk, tí tað vóru nógvir mans við, ið vóru væl kendir á Bakkafjørðinum. Tað var so fyrstu ferð, at eg var har, sigu Oddfríður Gregersen.
Hann heldur, at tað var áhugavert at síggja alt aftur, tó at nógv er broytt.
- Har vóru eingi hús eftir frá tí tíðini, kanska eitt, sigur Oddfríður Gregersen.
Júst tá manningin av Boðasteini var á Bakkafjørðinum vóru eingir føroyingar har, og tað vóru menn av skipinum, sum vóru kendir har, ið tóku stig at fara í land.
Serliga skiparin var væl kendur har, og vit vóru allir inni hjá einari konu og fingu kaffi, hugsi vit mundu vera einir 12 mans, sigur Oddfríður Gregersen.
- Hetta var í 1946, og hann hevur ikki verið har aftur, fyrr enn nú við ferðalagnum hjá Óla Jacobsen.
Stak hugnaligt
- Hjá mær var tað fyri at síggja Bakkafjørðin aftur. Tað er eitt ungdómsminni hjá mær, og hesin túrurin ljóðaði so innbjóðandi, sigur Oddfríður Gregersen.
Eisini Oddfríður er sera fegin um túrin og um áhugaverdu frásagnirnar hjá Óla Jacobsen.
- Hann hevur klárað tað stak væl. Bara tað at fáa ein slíkan túr í lag er stórarbeiði, og eg haldi, at nógvir av hesum monnunum hava Óla nógv at takka fyri, at hann gjørdi hendan túrin, sigur Oddfríður Gregersen.
Tað vóru lutfalsliga nógv gøtufólk við á túrinum, bæði menn og kvinnur, men um tað var Óli Jacobsen, sum gjørdi tað, ella áhugin bara er so stórur í Gøtu fyri farnum tíðum í Íslandi, dugdi Oddfríður Gregersen ikki at siga.
- Túrurin í síni heild var sera væl eydnaður. Tað hevur verið hugnaligt, eisini at hitt fólk og práta við fólk, sum man ikki hevur sæð í nógv Harrans ár, sigur Oddfríður Gregersen.
Hann angrar á ongan hátt, at hann valdi at gera túrin.
- Hetta hevur verið ein stak hugnaligur og áhugaverdur túrur allan vegin ígjøgnum, staðfestir Oddfríður Gregersen.