GÍ er á veg upp

HB, sum leingi var á uppflytingarkós, hevur í fýra teimum seinastu umførunum ikki megnað at fingið fult

3. DEILD

Inntil fyrst í hesum mánaðinum var tað einki, sum bendi á, at HB ikki heilt sannførandi skuldi vinna 3. deild og harvið flyta upp í næstbestu deildina. Hetta var síðsta av málunum hjá meistaraliðnum, sum skuldu røkkast í ár. Hini málini eru longu rokkin, og í summar bendi alt á, at hetta málið eisini skuldi røkkast.
Enn er møguleiki hjá HB at flyta upp. Men nú er sannlíkið fyri, at hetta skal gerast uttan endaspæl, rættuliga lítið. Sunnudagin var toppdystur í Gundadali. GÍ vann 1-0 á HB, og harvið eru gøtumenn undan síðsta umfarinum fremstir og besta evnið til uppflyting. Einasta málið skoraði Sámal Joensen, sum eftir at hava verið sjómaður eina tíð, nú er uppilagstur aftur. Í síðsta umfarinum skal GÍ spæla á heimavølli móti TB, sum longu er flutt niður í 4. deild. HB skal spæla í Runavík.
Gøtumenn hava bara tapt ein dyst. Tað var á heimavølli móti SÍ, sum vann 2-1. Fimm ferðir hava teir spælt javnt, og so hava teir vunnið hinar ellivu ferðirnar.
Í september mánað hevur HB spælt fýra dystir, uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna. HB heimasíðan staðfestir eftir hesi avrikini, at næstbesta HB liðið er í kreppu.
Eftir 1-1 í Gundadali móti Skála og Fram taptu teir 5-1 í Sørvági, og nú taptu teir so móti GÍ. Rættuliga sannlíkt er tað altso, at GÍ fer at flyta upp, og at HB skal í endaspæl um eitt pláss í næstbestu deildini. Tað er greitt, at KÍ verður næstaftast í 2. deild. Tað vil við øðrum orðum siga, at klaksvíkingar og havnarmenn enn eina ferð skulu takast. Hesa ferð fer tað at snúgva seg um, hvør teirra skal vera í 2. deild, og hvør teirra skal vera í 3. deild í 2005.
Eftir brotssparkskapping vann HB leygardagin finaluna í 4. deild móti GÍ. Tað vil siga, at HB hevur tryggjað sær luttøku í 3. deild næsta ár. Um HB liðið í 3. deild ikki flytir upp í 2. deild, so verður tað GÍ, sum bæði fer at flyta upp í 2. og í 3. deild.
Allir fótbóltsspælarar og øll lið spæla fyri at vinna ? hvørja ferð. Teir í 4. deild fegnast um at vinna, men teir eru neyvan sinnaðir at spæla í 3. deild. Hvørki teir í HB ella teir í GÍ. Talan er fyri stóran part um spælarar, sum hava tænt fyri seg, og sum nú ikki venja nakað serligt, men leygardagar hugna sær við at spæla fótbólt og kappast.
Dystirnir í endaspælinum plaga at vera beinanvegin, tá ið landskappingin er liðug.