G! er tað sjúka

- Pottarnir, sauna og nokk av kulda. Tað er mítt hæddarpunkt á festivalinum, sigur Janus, ið er á G! saman við fleiri vinfólkum.

Ein teirra er Eyð, ið ikki er heilt samd við Janusi um hvat tað besta er. Henni dámar betri tað, at práta við fólk.


- At møta fólki, og at tosa við tey, ið man ikki hevur sæð í fleiri ár. Og so tað, at man kemur at kenna so nógv nýggj fólk, sigur Eyð.


Spurd um tað er nakar serligur bólkur ella einstaklingur, ið tey gleða seg at hoyra, eru bæði samd um, at tónleikurin hevur ikki so nógv uppá seg.


- Mær dámdi væl Konni Kass. Annars er tað ikki nakað, ið fangar mín áhuga, sigur Janus, áðrenn Eyð brýtur hann av.


- Jú, Dizzy Mizz Lizzy fara vit at lurta eftir, tí tað nakað, ið man bara má, sigur Eyð.


Tey bæði eru samd í, at tað er nakað heilt serligt við G! Festivalinum.


- G! er stuttligt, tað er tað sjúka. Tað góða við G! er, at tað er sum ein lítil Ólavsøka, siga tey bæði at enda.