-G! er sum ein ungdóms Ólavsøka

- G! festivalurin er nakað heilt serligt. Tað minnir meg mest um Ólavsøku, sigur Hans Marius Ziska, sum fyri løtu síðani vitjaði í rásarúminum hjá Rás2 í Gøtu.

 

Og har spældu hann eisini ein góðan saman við bólki sínum 

 

Hans Marius Ziska fekk av álvara eitt gjøgnumbrot í kjalarvørrinum av G! 2012, tá ið eitt umboð fyri eina týska bókingarfyritøku vitjaði á festivalinum, og vísti stóran áhuga fyri bólkinum Marius.

 

Síðani hava teir í Marius skrivað ein sáttmála við týsku bókingarfyritøkuna, og teir hava verið á rundferð í Týsklandi, sum hevur eydnast sera væl. Fleiri hundrað fólk vóru til allar konsertirnar. Í næstum fer Marius aftur á rundferð í Týsklandi.

 

Menninir í Marius skulu tvær ferðir á pall í Gøtu í ár. Í kvøld spæla tær klokkan 20.50 í Spæliplássinum, og í morgin, fríggjadagin, spæla teir klokkan 13.50 í Torginum.

 

Í