Eivør Pálsdóttir, sum í gjárskvøldið trøllabant ein fullan sand av fólki á G! hevur helst ongantíð verið so trygg og rutinerað å pallinum sum nú. Hon førdi seg fram sum ein sonn drotning av trøllalandinum G!
Men Eivør hevur eisini góðar orsøkir til at kenna seg trygga. Fyrst og fremst kann hon líta á sína egnu heilt sermerktu og sterku songrødd, men haraftrat hevði Eivør eisini sera góðar kreftir við sær á pallinum - mannin Trónd Bogason á tangentum, Mikael Blak á bassi og Høgna Lisberg á trummum. Tróndur og Mikael spældu eisini ymisk onnur ljóðføri. Henda manningin tyktist at kunna lyfta Eivør til enn ósæddar hæddir.
Hóast tey ikki vóru mong á palli, so var fyllan í tónleikinum risastór og flott. Tónleikurin mundi gjella í fjøllunum og náa heilt yvir til tjaldplássið og Norðagøtu sum einki. Sjálv er Eivør eisini vorðin dugnaligur guitarleikari, umframt at hon spældi onnur ljóðføri við.
Eingin ivi er um, at Eivør er ein elskað tónlistakvinna, serliga her í Gøtu, hiðani hon kemur. Føðingardag hevur hon eisini í dag, og tað var ikki gloymt av áhoyrarunum, sum, tá klokkan var farin um 12, fóru at syngja "Til lukku til tín" til Eivør. Eivør takkaði so miriliga fyri føðingardagsheilsuna, og kvittaði fyri við at geva áhoyrarunum eitt sera væl umtókt eykalag "Nú brennur tú í dag", og tað var stak væl móttikið. Har sang mestsum hvør einasti áhoyrari við.
Alt í alt ein minnilig konsert við Eivør - sum so mangar aðrar.