GÍ eftir øllum

Gøtumenn vil sleppa aftur í oddin, og til hetta krevjast trý stig móti botnliðnum, EB/Streymi

upptakt

Tað hevur gingið striltið hjá EB/Streymi higartil í ár, og eftir øllum at døma, so verður talan um trupla uppgávu í Gøtu.
Ikki tí. Tað er neyvan nakar, sum hevur roknað við lættari uppgávu í Gøtu tey nógvu seinastu árini, men umframt mótstøðuna, so stríðist EB/Streymur við fleiri skaðatrupulleikar á liðnum.
Hesaferð er líkt til, at nýkomni Nico Dugaro noyðist at standa uttanfyri við skaða, og hóskvøldið var eisini ivasamt, hvørt Jákup Martin Joensen verður tøkur. Tað gevur í øllum førum hol á miðvøllinum, har Knút Vesturtún heldur ikki hevur vant í vikuni, men hetta hevur so verið av arbeiðsávum, so hann er tøkur til dystin.
Í Gøtu tykist støðan vera ein heilt onnur. Allir mans eru tøkir. Eingi leikbann og eingir skaðar, so hjá okkum er bara at fara eftir øllum stigunum. Somikið kontant eru boðini, og so er spurningurin, hvørt GÍ nú megnar at fáa gongd á stigainnsavnina aftur, eftir at henda hevur staðið eitt sindur í stað seinastu umførini.