G! Festivalurin fer úr bakkastokki í dag og sum vant, so streyma føroyingar til Gøtu at njóta fleiri dagar við tónleiki, felagsskapi og hugna.
Tað er heldur ikki óvanligt, at nógvir útlendingar seta kós móti Føroyum fyri at uppliva G! Festivalin og í ár er einki undantak. Sigvør Laksá, stjóri í G!, upplýsir fyri in.fo, at fleiri miðlafólk og útlendskir gestir vitja festivalin í ár.
- The Guardian, Gaffa, landsdekkandi útvarp úr Eysturríki, fleiri útlendskir bloggarar, umframt umboð frá øðrum festivalum eru á G! í ár. Tá samanmett verður við aðrar festivalar, so fær G! Festivalurin øgiliga nógva umtalu í øðrum londum. Harumframt hava vit selt eini 200 atgongumerkir til útlendingar, ið koma á festivalin, sigur Sigvør Laksá.










