G! dregur fólk til Syðrugøtu

- Tað er nú einaferð soleiðis, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, náttúrliga vilja hava nøkur grundstykki at velja ímillum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Tað er soleiðis í Eysturkommunu, sum tað er í øðrum bygdum kring landið, at fólk helst vilja búgva, haðani tey eru. Hinvegin tykist tað ikki vera nøkur treyt longur, at tú neyðturviliga skal búgva, har tú arbeiðir.

 

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. 

 

- Vit merkja ein ávísan eftirspurning eftir grundøkjum kring um í kommununi, bæði frá bygdafólki, fólki úr økinum, sum hava verið í útlegd - og eisini frá fólki úr øðrum økjum í Føroyum. Tað vísir seg, at fólk, sum ikki áður hava havt tilknýti til kommununa, men sum kortini ynskja at búseta seg her, serliga peika á Syðrugøtu.

 

Jóhan heldur, at mentanartiltøk - og ikki minst G! Festivalurin - hava sett Syðrugøtu á Føroyakortið.

 

- Vit hava nøkur fá grundstykki tøk kring um í bygdunum í kommununi, men talan er eisini bara um nøkur heilt fá. Tøku grundstykkini í ávikavist Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv og Syðrugøtu liggja kanska millum 2 og 4 í hvørjari bygd, men Undir Gøtueiði eiga vit seks grundstykkir.

 

Borgarstjórin sigur, at ein útstykkingarætlan er undir landi í Syðrugøtu, har hol fyrst verður sett á. Her verður talan um eini 25 grundstykki tilsamans, harav umleið helmingurin væntandi verða klár at selja seinni í hesum árinum, um alt gongur sum ætlað.

 

- Tað hevur verið trupult at komið fram at jørð í Syðrugøtu, tí her eru nógvir eigarar. Nú er hetta komið upp á pláss, og vit hava gjørt avtalu við ráðgevarar um projektering.

 

Hann vísir á, at samstundis, sum arbeitt verður við útstykking í Syðrugøtu, noyðist kommunan, sum tíðin gongur, eisini at arbeiða leypandi við útstykkingum í øðrum bygdum í kommununi.

 

- Tað er nú einaferð soleiðis, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, náttúrliga vilja hava nøkur grundstykki at velja ímillum, sigur Jóhan Christiansen.

 

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í landinum í morgin, er eykablað um Eysturkommunu, og her er eisini ein størri samrøða við borgarstjóran í kommununi, sum nú hevur seks ár á baki.