Góð byrjan til NM í svimjing 2016

Marius Gardshodn vann gull í 1500 frí, juniorgenturnar settu landsliðsmet fyri juniorar, og Signhild Joensen kom heilt nær føroyska metinum í 100 frí

Í hesum døgum hava føroyskir svimjarar og svimji áhuga úr at gera. HM í stuttgeil er í Kanada har fimm føroyiskir svimjarar royna seg, ímeðan NM verður avgreitt í Kolding í Danmørk. Her eru ikki færri enn 19 svimjarar við, og fleiri av hesum vóru longu í hilinum í gjár.

 

Hóast tað tíðiliga merktiskt at føroyingarn høvdu havt ein drúgvan túr til Danmarkar, so vóru glottar at hóma á fyrsta degi á 2016. Marius Gardshodn vann gull í 1500 frí, juniorgenturnar settu landsliðsmet fyri juniorar, og Signhild Joensen kom heilt nær føroyska metinum í 100 frí, skrivar Svimjing.com;

 

·         Jana Thomsen (2000) Ægir 2:08.86 og nummar 8 í NJM-finaluni í 200 frí

·         Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:14.98 og nummar 7 í NM-finaluni í 100 bringu

·         Signhild Joensen (2000) Ægir 1:01.64 og nummar 5 í NJM-finaluni í 100 rygg – persónligt met

·         Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:05.30 og nummar 7 í NM-finaluni í 200 blandað

·         Marius Ihlen Gardshodn (1998) 15:28.72 og gull í NM-finaluni í 1500 frí – persónligt met

·         Vár, Signhild, Jana og Barbara (2000) 3:54.96, og nummar 5 í NJM-finaluni í 4×100 frí - juniormet

·         Rói, Hugin, Johan og Rókur (2000) 3:50.60 og nummar 7 í NJM-finaluni í 4×100 frí

·         Alvi, Róland, Markus og Marius (1996) 3:33.95 og nummar 6 í NM-finaluni í 4×100 frí

 

 

Í dag svimur Alvi Hjem  finalu í 400 metrum blanda, og í Kanada skulu Óli Mortensen og Pál Joensen svimja innleiðandi í 1500 metrum frí.