Longu fyrsta kvøldið vísti tað seg, at stórur áhugi var fyri nýggja kirkju- og ungdómskórinum í Klaksvík.
Fyrsta kvøldið møttu tilsamans 29 fólk og er luttakaratalið nú eftir trimum venjingarkvøldum komið uppá 45.
- Sangararnir í kórinum møta trúliga upp til tíðina, og eru ógvuliga jalig. Tað er týðuligt, at fólk hava saknað eitt kór í kirkjuni í langa tíð, verður sagt úr kórinum..
Yngsti sangarin er átjan og elsti er um tey sjeyti, annars eru sangarar úr øllum aldursbólkum.
Framvegis eru øll sangáhugaði eru vælkomin at venja við. Næsta venjingin verður týskvøld klokkan 20 í Christianskirkjuni.
Tey ið stjórnað kórinum eru Jóhanna Johannessen, Ólavur Johannessen og Magni Husgaard.










