Áðrenn dystin, hevði italski Fabio Capello roynt at tosa minst møguligt um dystin, og at skrúða eitt sindur niður fyri forvæntningunum til hansara enska landslið. Men uttan iva man tann 61-ára gamli italiumaðurin vera fegin um at manning hansara vann 2-1. Málini hjá Onglandi skoraði Jermaine Jenas úr Tottenham og Shaun Wright Phillips úr Chelsea. Málið hjá Schweiz skoraði Eren Derdiyoh.










