Nakað eftir ársbyrjan møttu 34 næmingar á Írtóttaháskúlanum í Suðuroynni. Í Stóra Pakkhúsi hittust tey og so byrjaði fullteknaða skeiðið; 20 spennandi vikur.
Í farnu viku hevði skúlin sonevnda intro-viku, har mæmingarnir sleppa at royna seg, og læra seg sjálvan og hini at kenna, og gekk vikan sera væl, frættist av skúlanum.
Í góðveðri í morgun kundu tey, ið komu framvið, njóta sjónina av ungum, ágrýtnum næmingum, sum fyri fyrstu ferð í ár lupu á bláman og flotaðu róðrarbát, eins og kajakkir og sonevnd surfboard.
Myndirnar omanfyri hevur Ítróttaháskúlin lagt út á facebook. Fleiri myndir síggjast á facebook síðuni hjá ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.