Talv
Í samband við, at Arbejdernes Skakforening af 1904, sum heldur til í Keypmannahavn, verður 100 ár, hevur felagið sett saman eina stóra opna jubileumskapping við yvir 100 luttakarum. Kappingin er í døgunum 7/2 - 15/2, og byrjaði sostatt leygardagin. Nýggju umfør skulu telvast.
Teir fimm føroyingarnir eru Flóvin Tór Næs, Heini Olsen, Heini Danielsen, Hjalmar Joensen (bróður Helga Joensen, Toftir) og Jónbert Jensen (fyrrverandi HT, nú limur í AS 04). Hans Kristian Simonsen og Eyðun Nolsøe høvdu teknað seg til kappingina, men báðir meldaðu avboð.
Nakrir stórmeistarar og altjóða meistarar luttaka, og møguligt er tí at vinna normar. Men lat okkum nú ikki leggja ov nógv "trýst" á landsmenn okkara. Ikki tí, eftir at Heini Olsen vann sær sín fyrsta IM-norm í seinastu viku, er ringt at lata vera við at hava sterkar vónir um fremstu telvarar okkara. Mentali múrurin er sanniliga fallin, og 2004 verður væntandi eitt ár við fleiri normum og harvið breiðari altjóða viðurkenning til Føroyar.
Olsen tryggastur
Tvey umfør í stórsligu kappingini eru í skrivandi løtu leikt. Heini Olsen hevur leikandi lætt vunnið bæði talvini móti lægri rataðum telvarum. Sjálvsálitið bilar einki!
Hinvegin høvdu Flóvin og Heini Danielsen trupulleikar í teirra seinna talvi. Flóvin vann uppá tíð móti tíðarneyðsnarkomananum Per Auchenberg, eftir at støðan hjá føroyinginum leingi var hættislig. Danielsen var somuleiðis undir trýsti, men bardi seg eins og Flóvin aftur í talvið. Jónbert Jensen (1245) og Hjalmar Joensen (1609) hava ávíkavist hálvt og 0 stig.
Í 3. umfari sleppur Heini Olsen rættiliga at royna seg; Hann hevur nevnliga svarta fólkið móti GM Eduardas Rozentalis (2625), ið hevur hægsta ratingtalið í kappingini.
1.deild - víðopið
Leygardagin verður seinasta umfar leikt í øllum deildunum og hjá unglingum. Allar deildirnar uttan 1. deild eru avgjørdar. Klaksvíkingar hava 25 stig, kollfirðingar 23,5 og havnarmenn 21,5 stig. Øll trý liðini kunnu tískil gerast føroyameistarar.
Serliga dysturin millum framstormandi havnarliðið og oddaliðið úr Klaksvík er áhugaverdur. Havnarmenn ætla sær ikki at styrkja liðið við t.d. útisetum, meðan vit hava frætt, at klaksvíkingar helst ætla sær styrk av flatlondum; Heini Olsen kann ikki koma til Føroyar komandi leygardagin vegna kappingina í Danmark. Næsti telvari á styrkilistanum hjá Klaksvíkar Talvfelag er útisetin Eyðun Nolsøe, men eingin endalig avgerð er tikin.
Kravið hjá havnarmonnum er 4-0 sigur. Úr Havnar Telvingarfelag verður sagt, at teir trúgva uppá kjansin, við ella uttan styrk til liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag. Trúgv kann sum kunnugt flyta fjøll.
Kollfirðingar muga helst hava minst 3 stig í dystinum móti toftamonnum, fyri at kenna seg tryggar. Verður Jens Kristian Hansen við toftamonnum? Tað vóna klaksvíkingar og havnarmenn í øllum førum! Hans Kristian Simonsen verður tøkur hjá kollfirðingum eftir sítt avboð til kappingina í Danmark, meðan sera ivasamt er um sviin Tiger H. Persson nær at koma til Føroyar, tá hann eftir ætlan luttekur í aðrari kapping.
Endabrakið, har allar deildirnar verða savnaðar undir somu lon, verður í leygardagin 14. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Byrjað verður stundisliga kl. 13.00.