Ein av størri broytungunum á ársins G! festivali í mun til undanfarin ár er, at tjaldingarøkið er flutt frá Gøtugjógv yvir til Syðrugøtu. Hetta er gjørt av ymiskum orsøkum, m.a. so at festivalgestir sleppa frá at fara yvir um landaveg, tá teir fara frá tjaldingarøki til festivaløki.
Broytingin hevur við sær, at strekkið til tjaldingarøkið er munandi brattari og fyri mong strævnari at ganga. Tískil hevur G! festivalurin heitt á AP Busskoyring um at koyra millum økini.
"Inntil víðari hevur tað gingið væl við søluni av atgongumerkjum. Tað er soleiðis, at fyri 50 krónir fær man eitt serligt armband, sum gevur einum møguleika at nýta bussarnar bæði oman og niðan óavmarkað allar festivaldagarnar. Fólk hava tikið væl ímóti tilboðnum, og hava vit longu selt nøkur hundrað armbond. Bussarnir eru so at siga fullir hvønn túr," sigur Páll Rói Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum av busskoyringini, "men eg vænti, at tað verður í nátt, tá øll skulu niðanaftur, at tað heilt stóra slagið hjá okkum fer at standa."
Bussarnir koyra frá kl. 17 um kvøldið til kl. 04 um náttina. Atgongumerkini til bussin kunnu keypast í bussinum og í handlinum við tjaldingarøkið fyri nevndu 50 krónir.









