Meðan búskapurin í øðrum evropeiskum londunum hevur mist ferðina ella minkar, er framvegis vøkstur í týska búskapinum. Nýggj tøl, sum eru komin í dag, vísa, at vøksturin í týska búskapinum í fyrsta ársfjórðingi var 0,5 prosent.
Greinarar høvdu væntað, at týski vøksturin var 0,1 prosent í fyrsta ársfjórðingi, men størri útflutningur og veksandi eftirspurningur á heimamarknaðinum hava gjørt, at vøksturin bleiv størri enn væntað. Greinararnir siga, at tað er merkisvert, hvussu mótstøðuførur týski búskapurin er, samstundis sum fleiri av grannalondunum og teimum týdningarmestu samhandilslondunum líða nógv av kreppuni.
Arbeiðsloysið í Týsklandi er tað minsta síðani týsku sameiningina í 1990.