G! í bíðistøðu

Veðrið hevur gjørt um seg á G!. Klokkan 17 varð alt útsett í fyribils ein tíma, men enn er onki frætt um, nær skráin á G! byrjar. Fyrieikarar eru varnir við at siga ov nógv og festivalgestir eru í bíðistøðu

Sera nógv regn hevur verið allan dag og seint seinnapartin gjørdist vindmegin størri og tjøld fóru á flog. Stóri pallurin á sandinum sá eisini út til at kunna fara og tað mesta av hesum pallnum eru nú tikið niður.

Í skrivandi stund er ógreitt, hvussu verður við dagsins festivalsskrá. Onkur fyrireikari vil vera við, at tað ringasta er av klokkan 19 sambært veðurkortum á netinum, men enn er onki at frætta, hvørt hetta merkr at G! fer í gongd.

Fyrireikarar, gestir, starvsfólk og gestir eru í bíðistøðu á G! orsakað av veðrinum.