Longu í kvøld fær ÍF vitjan av Víkingi. Felags fyri grannaliðini kring Varmakeldueið er, at tey sunnudagin stóðu seg væl í torførum avbjóðingum á útivølli. Bæði Jógvan Martin Olsen og víkingarnir og Albert Ellefsen og fuglfirðingarnir hava alla orsøk at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn málleysar javnleikir á útivølli ímóti ávikavíst EB/Streymi og HB.
Vitjanin í Gundadali kostaði Bartali Eliasen útvísing. Harvið er verjukrumptappurin og hóttanin frameftir í deyðbóltsstøðum leikbannaður ímóti Víkingi. Tað er sjálvandi stórur smeitur fyri ÍF. Høgni Madsen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í Gundadali. Upplagt boð upp á miðverjuplássið undir liðini á Høgna Zachariassen er Poul Nolsøe Mikkelsen.
Í Sarpugerði hava teir trupulleikar við at manna sentrala miðvøllin. André Olsen og Jann Ingi Petersen eru skaddir, og við Margáir sá Hans Jørgen Djurhuus gula kortið fyri áttandu ferð. Harvið er hann leikbannaður. Sum steinur oman á byrðu, so noyddist Hjartvard Hansen, sum síðstu ferð var sentralur miðvallari, av vøllinum, tí hann var skaddur.
Tá ið grannauppgerðin í fimta umfari var í Sarpugerði, vann Víkingur 3-2.









