Metini trutu ikki, tá FM-kappingin í svimjing varð hildin um vikuskiftið. Úrslitini vóru sum heild heilt góð, og Malan Bærentsen, Pál Joensen, Kristian Olsen, Jutta Thomsen, Kári á Høvdanum, Elspa Mørkøre og Shaila millum Garðarnar settu øll nýggj føroysk met. Hartil vórðu met sett í 4X100 metrar frí og blandað hjá kvinnum og í 4X50 metrar frí hjá kvinnum.
Í blaðnum í morgin verður meira gjørt burturúr FM-kappingini.