King Midas Sound koma ikki á G! í summar. Hetta upplýsti festivalurin umvegis Faceboook, tá klokkan var farin av tvey í nátt.
King Midas Sound var ein av trimum bólkum, sum G! kunngjørdi í samstarvi við Jens L. Thomsen og Orka. Tað gjørdi Jens tann 6. mai, tá hann greiddi frá nýggja samstarvinum í sendingini Brunsj í Krinvarpinum. Tá boðaði hann eisini frá, at tveir aðrir bólkar, LV Okmalunkoolkat og MRC Riddims, somuleiðis koma at spæla.
Í nátt gjørdist tó greitt, at Orka presents ikki at sleppur at kunngera King Midas Sound í Gøtu í summar:
- Vegna trupul viðurskifti, sum partarnir ikki kundu spáa um, hava G! og King Midas Sound avgjört at avlýsa konsertina, sum skuldi vera á G!, ljóðaði stutta fráboðanin frá festivalinum í nátt.
Mynd: kingmidassoundmusic.com